TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr partin av fótbóltspanelinum, har fótbóltspanelið, sum í dag var mannað við André Olsen og Gunnari Haraldsen tosaðu um effodeildina. Tróndur Arge var vertur.
Gunnar og André numu við hvørji lið teir síggja fyri sær at mynda oddin í ár, og hvussu liðini eru fyri. Gunnar leggur upp til, at skal KÍ røkka einum evropeiskum plássi, so skal tað henda hetta kappingarárið.
Gunnar og André umrøddu eisini hvussu teirra lið, AB og B68 fyrireika seg til komandi kappingarár, har B68 skal royna at integrera tveir spanskar spælarar.