Hvørji eru vit – og hvørji vilja vit vera?

Tá tað snýr seg um álopið á Ukraina mugu vit taka ta ábyrgd, vit sjálv halda okkum eiga 

Tað hevur fingið eitt sindur av umrøðu, at eg havi sett donsku stjórnini seks spurningar um, hvussu samhandilin millum Danmark og Russland er broyttur síðani álopið á Ukraina.

 

Orsøkin til spurningarnar er, at tað hava verið førdir fram nakrir pástandir um, at samhandilin hjá ES (herundir Danmark) við Russland er øktur í hesum tíðarskeiði. Endamálið við pástandinum hevur verið politiskt. Undirliggjandi boðini hava verið, at Føroyar ikki nýtast av avmarka sítt samstarv og sín samhandil við Russland, tá onnur økja sín samhandil. Og at vit heldur einki nýtast at gera yvirhøvur.

 

Endamálið við mínum spurningum til stjórnina er ikki at styrkja hesa hugsan (sum nøkur tykjast halda). Endamálið er bara at fáa fakta fram. Svarið skal hvørki nýtast til at peika eftir Danmark og siga, at Danmark rindar ein minni prís enn Føroyar, ella brúkast sum argument fyri, hvat Føroyar skulu gera og ikki.

 

Endamálið er bara at fáa veruleikan á borðið – tá nú summi vilja gera hetta til ein part av kjakinum um føroysku støðuna.

 

 

 

Beinleiðis stuðul

 

Landsstýrið arbeiðir í løtuni við einum samlaðum útspæli um, hvat Føroyar skulu gera. Tað er heilt rímiligt, at hugt verður at møguleikum og avleiðingum, áðrenn ein avgerð verður tikin.

 

Vit skulu gera tað, sum vit sjálv kunnu standa við.

 

Og tá vit hyggja at øðrum, kunnu vit ikki bara hyggja at revsitiltøkum móti Russlandi. Vit mugu eisini hyggja at, hvat onnur lata í beinleiðis hernaðarligum- fíggjarligum- og humariterum stuðli til Ukraina.

 

Tilsamans fekk Ukraina sambært almennum keldum í fjør stuðul fyri umleið 800 milliardir krónur.

 

Beint yvir helvtin kom úr londum í ES (Danmark læt einar 5 milliardir tilsamans – harav fýra vóru hernaðarligur stuðul), og nakað minni enn helmingurin kom úr USA.

 

Tað einstaka landið, sum læt mest í fjør, var kortini USA, sum stóð fyri knøppum 48% av stuðlinum. Umleið helvtin av hesum var hernaðaligur stuðul og hin helvtin fíggjarligur/humaniterur stuðul.

 

Í mun til búskapin hava tey londini í Eystureuropa, sum sjálv hava livað undir russiskum harðræði, latið nógv, nógv mest. Tað sæst, at tey vita, hvat stendur uppá spæl.

 

Tá tað kemur til ukrainsk flóttarfólk hava grannalondini eisini tikið flest. Í lítla, fátæka landinum Moldova hava familjur í sera stórum tali tikið ukrainskar flóttar inn í sínar privatu og mangan smáu kroysur.

 

 

 

Hvørji eru vit?

 

Handilstiltøkini, sum eru eru sett í verk, eru sostatt bert ein partur av tí, frælsi heimurin ger fyri at stuðla Ukraina og harvið eisini verja seg sjálvan.

 

Og tað mundi verða júst tað, Eirikur í Jákupsstovu, tingmaður, hevði í huga, tá hann um miðjan november sum valevni skeyt upp, at vit ikki skuldu siga upp fiskivinnuavtaluna við Russland, men í staðin stuðla Ukraina peningaliga.

 

Fyrri partur av uppskotinum fekk sum kunnugt sera stóra undirtøku. Men tøgn hevur verið um seinna partin – eisini frá Eiriki sjálvum.

 

Vónandi fara vit, tá landsstýrið hevur spælt út, at tosa um, hvør okkara ábyrgd er og hvat vit kunnu standa við. Ella sagt eitt sindur meira háfloygt: Hvørji vit eru, og hvørji vit vilja vera.

 

Endamálið við mínum spurningum til stjórnina er ikki, sum onkur tykist halda, at flyta fokus frá tí!