Umleið ein fjórðings millión ferðir hava bilar koyrt framvið hesum hestalortinum, sum hevur ligið mitt á gongubreytini á Hvítanesvegnum seinastu vikurnar – fyri ikki at siga mánaðin.
Hvítanesvegurin er ein av Føroya mest ferðslutungu vegnum. Har koyra yvir 9.000 bilar um dagin. Fólk eru eisini til gongu framvið Hvítanesvegnum, tó at tey ikki eru eins nógv í tali.
Men fólk eru eisini á rossabaki – eftir øllum at døma. Og tey eru ikki serliga fólkalig, tí tey rætt og slætt "skíta á" hvussu tey svína umhvørvið til ampa fyri øll onnur.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevur verið fremstur í stríðnum ímóti hundalortum í høvuðsstaðnum. Onkur vildi vera við, at tað var tí at hann ein dagin datt, tá hann traðkaði á ein hundalort. Kanska Heðin Mortensen skuldi farið ein túr til gongu niðan eftir Hvítanesvegnum.
Í øllum førum áttu rossafólk at skammast. Tað líkist ongum at sleingja um seg við hestaperum á alfara veg. Og talan er als ikki bara um hendan eina hestalortin. Reiðfólkið hevur eisini verið ein túr í gjøgnum viðarlundina, og har er sama skilið.
Hetta líkist púra ongum. Eins og hundafólk skulu ganga við posum, so átti reiðfólkið at gjørt tað sama – ella als ikki víst seg á alfra veg á rossabaki.










