Hvør hevur verið bestur í 2013?

(Fótbóltspanelið) Hevur Cristiano Ronaldo yvirhálað fýrfalda vinnara, Lionel Messi? Og hvat við Zlatan?

Atkvøðurnar fyri FIFA Ballon d’Or 2013 verða í løtuni heintaðar inn. Seinastu fýra árini hevur Lionel Messi vunnið heitið sum heimsins besti fótbóltsspælari. Mangan hevur kjakið verið heitt, tá greiða skal fáa á, hvør er betri av honum og Cristiano Ronaldo.

 

Í ár hava fleiri ført fram, at Cristiano Ronaldo hevur havt munin á bóltsnillinginum úr Argentina, og tí hevur uppiborið at vunnnið. Onnur nevna Zlatan Ibrahimovic sum ein møguligan vinnara.

 

Hetta verður høðvusevnið í Fótbóltspanelinum, sum verður á Rás2 í dag. Umframt hetta, so verður eisini tikið samanum avrikið á Malta.

 

Fótbóltspanelið er ein partur av seinnapartssendingini á Rás2, sum byrjar klokkan 15. Fótbóltspanelið byrjar eftir tíðindini klokkan 16. Í Fótbóltspanelinum verða Teitur Joensen, fyrrverandi Dimmalætting, og Leivur Frederiksen, Kringvarpið.

 

Ein útvald nevnd hjá FIFA hevur valt 23 spælarar, sum eru í uppskoti til FIFA Ballon d’Or 2013. Tað eru landsliðsvenjarar og liðskipara, sum saman við útvaldum umboðum fyri fjølmiðlarnar velja besta spælaran.

 

Vinnarin verður funnin 14. januar 2014.

 

Ballon d’Or 2013:

 

Gareth Bale (Wales), Edinson Cavani (Uruguay), Cristiano Ronaldo (Portugal), Radamel Falcao (Kolumbia), Eden Hazard (Belgia), Zlatan Ibrahimović (Svøríki), Andrés Iniesta (Spania), Philipp Lahm (Týskland), Robert Lewandowski (Pólland), Lionel Messi (Argentina), Thomas Müller (Týskland), Manuel Neuer (Týskland), Neymar (Brasil), Mesut Özil (Týskland), Andrea Pirlo (Italia), Franck Ribéry (Frakland), Arjen Robben (Holland), Bastian Schweinsteiger (Týskland), Luis Suárez (Uruguay), Thiago Silva (Brasil), Yaya Touré (Fílabeinsstrondin), Robin Van Persie (Holland), Xavi (Spania).