-Kunnu tit hjálpa mær? Er hesin kjólin hvítur og gull ella er hann bláur og svartur? Vinir mínir og eg kunnu ikki blíva samd um hetta.
Tað skrivaði skotska gentan Caitlin McNeill á heimasíðuni 'Swiked' hósdagin. Talan er um hendan kjólan, og hann hevur í seinastuni verið sera nógv umrøddur í miðlunum. Fólk frá øllum heimsins hornum, hava kjakast um hvønn lit hesin kjólin hevur. Summi siga seg síggja kjólan vera gull og hvítan, og onnur siga hann vera bláan og svartan.
Søgan byrjaði tá ið ein móður fór út at finna sær ein kjóla til brúdleypið hjá dóttir síni. Hon sendi eina mynd av kjólanum til ungu Caitlin McNeill sum skuldi við sínum tónleikabólki spæla til brúdleypið, og longu har byrjaði eitt kjak um litin á hesum kjólanum.
-Orsøkin til at eg legði hesa myndini út á alnótina, er tí at eg og vinir mínir fegin vilja vita, hví fólk síggja so ymiskar litir á hesum kjólanum, sigur Caitlin við Buzzfeed News.










