- Avbjóðingarnar í Evropa eru nógvar og stórar. Nógv verður tosað um grundarlagið undir Evropa og okkara samfelagsskipan. Kjakið um hvørt byggjast skal á tey kristnu virðini ella á eina sekulera heimsáskoðan er framvegis háaktuelt, skriva fyriskipararnir í tíðindaskrivi.
Jeff Fountain eitur maðurin, sum vitjar í Føroyum frá 18. til 25. apríl. Hann fer millum annað at hava almennan fyrilestur í Norðurlandahúsinum, við heitinum Er sekularisering rætta kósin.
Jeff er søgukønur og hevur í fleiri ár arbeitt sum journalistur. Hann hevur í nógv ár granskað evropiska søgu og mentan og leggur í sínum arbeiði sera stóran dent á, at tað besta fyri Evropa er at halda fast við tann kristna arvin. Og eisini hevur hann ein boðskap um, at tað er vón fyri Evropa.
Jeff Fountain stovnaði The Schuman Centre for European Studies, har granskað verður í ávirkanini, sum kristnitrúgvin hevur á fortíð, nútíð og framtíð Evropa.
Jeff Fountain er ættaður úr Ný Sælandi, men hevur búð í Hollandi í meira enn 40 ár. Umframt at hava verið ímillum stigtakararnar í fleiri átøkum, t.d. Hope For Europe-rørsluni, European HOPE Congress og State of Europe Forum, hevur Jeff skrivað bøkurnar “Living as People of Hope” og “Deeply Rooted”.
Jeff Fountain er eisini nógv nýttur fyrilestrahaldari. Hann heldur fyrilestrar fyri ymiskum bólkum, til dømis politikarum, akademikarum, prestum, lærarum og vinnulívsfólkum.