Leygardagin 11. apríl verða ikki færri enn 16 finalur á skránni til KONTRAST FM 2015 í Hoyvíkshøllini, nú badminton, borðtennis og judo standa fyri tørni.
Hetta verður aðru ferð, at Hoyvíkshøllin verður karmur um tann stóra finaludagin hjá judo, borðtennis og badminton. Hetta tiltak, ið umboðar tríggjar ítróttagreinar, byrjaði í 2006, tá badminton og borðtennis kappaðust lið um lið, og í 2007 kom so eisini judo aftrat.
- Íðkandi, fyriskiparar og áskoðarar í stórum tali plaga at møta upp fyri at stuðla teimum íðkandi, samstundis sum stundir gevast til tvørítróttarlig prát, hugnaliga samveru og eitt fjøllbroytt ítróttarligt upplivilsi.
Tað siga tey, sum standa aftanfyri stóra tiltakið í Hoyvíkshøllini.
- Sum vanligt verður nógv gjørt burtur úr, serliga við gólvinum, lýsingum kring vøllin, stórum køkuborði, umframt bestu umstøðum í aðrar mátar.
Lagt verður aftrat, at júst nevndu ítróttargreinar hava stóran týdning fyri oyggjaleikirnar, sum standa fyri framman.
- Øll árini hava vit fingið hópin av heiðursmerkjum heim við okkum frá hesum ítróttargreinum, verður lagt aftrat.