Skulu vit brúka mannagongdina hjá amgonguni, fer eitt nýtt havrannsóknarskip at vera nógv dýrari enn neyðugt. Tað sigur Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi. Samgongan ætlar at stovna eitt alment partafelag sum skal standa fyri at byggja eitt nýtt havrannsóknarskip. Orsøkin er, at samgongan finnur ikki fígging til skipið á íløgukarminum, sum er lagdur.
Men hetta hóvar ikki Kristinu Háfoss, og á Facebook skrivar hon, at spurningurin er, hvønn samgonan roynir at lumpa. Hon sigur, at eitt alment partafelag merkir, at eitt nýtt havrannsóknaskip fer at kosta munandi meiri, enn tað hevði kostað, verður peningurin settur av á fíggjarlógini so hvørt, bygt verður. Hon sigur, at hetta kemst av, at útreiðslurnar til rentur verða hægri, tí tað almenna partafelagið skal taka lán til endamálið. Kristina Háfoss staðfestir, at landskassin skal so rinda fyri skipið undir øllum umstøðum. - Hvussu kann landið hava betur ráð at rinda meira, bara við at leggja hetta í ein “kassa” uttanfyri fíggjarlógina, spyr hon.
Hon sigur, at við einum almennum partafelag, verður tað eisini ósjónligt á fíggjarlógini hvørjar almennar íløgur í veruleikanum eru í gongd. - Tá fer fíggjarlógin ikki at avmynda veruliga virksemið í landinum, sigur hon.
Tingkvinnan sigur, at harafturat missir landið møguleikan at økja útreiðslurnar til íløgur í ringum tíðum, og minka tær í góðum tíðum, tí landið verður bundið til rentur og avdráttir í eitt langt áramál, heldur enn at rinda so hvørt bygt verður. - Tað er eisini ein sera stórur vandi fyri, at alsamt fleiri almennar íløgur verða beindar í almenn partafeløg, sigur Kristina Háfoss.
Hon vísir á, at hetta var ynskið frá summum flokkum í sambandi við at Marknagilsdepilin varð samtyktur. - Tíbetur varð tó avgjørt, at fíggja hann beinleiðis á fíggjarlógini. Kristina Háfoss sigur, at verða almenn partafeløg sett á stovn til ymsar íløgur, er skjótt at ómetaliga nógvar íløgur verða settar í gongd í senn - íløgur, sum kunnu binda landskassan 15-20 ár fram í rentum og avdráttum. - Samanumtikið er tað ein vandakós, at dylja almennar íløgur í almennum partafeløgum, sigur Kristina Háfoss Hon ásannar, at tað er átroðkandi neyðugt at fáa nýtt Havrannsóknarskip sum skjótast. Men hon heldur, at løgtingið skal semjast um at seta pengarnar av á fíggjarlógini hesi næstu árini. - Hetta er besta og rættasta loysnin, sigur Kristina Háfoss.
|










