Hvønn dag verða 19 kristin dripin

7.100 fólk lótu lív vegna sína kristnu trúgv í fjør, 3.000 fleiri enn í fyrraárið.

Farna ár var harðligasta árið hjá kristnum í nýggjari tíð, sambært felagsskapinum Opnar Hurðar, sum kunnar um støðuna hjá forfylgdum kristnum um heimin. Felagsskapurin sigur, at støðan mest minnir um etniska útreinskan.

 

Kanningin hjá felagsskapinum vísir, at 7.100 fólk hava latið lív fyri teirra kristnu trúgv í 2015, 3.000 fleiri enn árið fyri. 

 

Ringastu sømdirnar hava tey kristnu í Norðurkorea. Hetta er 14. árið á rað at kommunistisku staturin í Asia liggur ovast á árliga listanum hjá felagsskapinum. Felagsskapurin sigur tó, at meginparturin av forfylgingini kemur frá muslimskum londum, oftast sonevndum miseyndaðum ríkjum. Hesi londini hava tó trupult við at tryggja átrúnaðarligu rættindini hjá nøkrum av borgarum sínum. Tað er eisini serliga islamsk ekstremisma, ið stendur fyri ræðuligu viðferðini av teimum kristnu. Nummar tvey á listanum er Irak, nummar trý Eritrea, fýra Afganistan, nummar fimm Sýria, seks Pakistan, nummar sjey er Somalia og átta Sudan, nummar níggju Iran og tíggju Libya.

 

Kanningin hjá felagsskapinum vísir, at islamsk ekstremisma hevur ført til økta religiøsa forfylging ikki einans fyri kristin, men eisini muslimar, Yazidi og aðrar átrúnaðarligar bólkar.