Gongst alt sum ætlað, fær stásiligi føroyski rækjutrolarin, Hvivltenni, í komandi viku heimstað í Tallin í Estlandi. Skipið verður nevniliga selt til eitt reiðari við íslendskum og estlendskum partapeningi fyri 50 milliónir.
Kjartan Joensen, reiðari, sigur orsøkina til søluna vera, at ætlanin er at byggja nýtt og betri skip. Tó vísir hann á, at Hvivltenni er eitt tað besta av brúktu skipunum í Føroyum, men nýggir veiðuhættir gera, at neyðugt er við einum skipi við størri masinorku. Tískil loysir tað seg ikki at keypa eitt annað brúkt skip, men neyðugt er heldur at byggja nýtt.
Fiska við trimum trolum
Tað gerst alsamt meira vanligt hjá nýggjaru rækjutrolarunum at fiska við trimum trolum í senn. Hvivltenni varð fyri knøppum 15 árum síðani bygdur at fiska við einum troli, og tískil er maskinorkan eisini hareftir. Tó eru fimm ár liðin síðani skipið legði um til at fiska við tveimum trolum. Hetta hevur virkað væl, men ikki fer at bera til hjá Hvivltenni at fiska við trimum trolum. Hetta verður rætt og slætt ov tungt.
Tískil hevur Kjartan Joensen avgjørt at selja skipið og byggja nýtt. Men arbeiðið at projektera nýtt skip er tó ikki byrjað enn.
Vantandi politiskur vilji
? Tað er eitt ógvuliga tungt tak í Føroyum at fara undir at byggja nýtt skip. Føroyski fiskiflotin er, sum vit vita, niðurslitin, men tó sær ikki út til, at politiskur vilji er til staðar at stuðla einari endurnýggjan av fiskiflotanum.
Kjartan Joensen vísir á, at hann í trý ár hevur spurt seg fyri hjá Fiskimálastýrinum, um tað fer at bera til at fáa stuðul til bygging av nýggjum skipi, men haðani hevur hann hvørja ferð fingið sama svar.
? Svarið úr Fiskimálastýrinum hevur hvørja ferð verið, at arbeitt verður við at leggja fram eitt uppskot um endurnýggjan av fiskiflotanum, men enn er einki hent, sigur Kjartan Joensen, ið fýlist á, at myndugleikarnir leggja so lítið í høvuðsvinnu okkara, fiskivinnuna.
Kjartan Joensen er argur inn á, at ein partur av fullveldisætlanini snýr seg um at avhøvda fiskivinnuna. Hann heldur tað beinleiðis vera at vanvirða fiskivinnuna, tá tað alla tíðina verður tosað um at finna aðrar vinnur, meðan primervinnan verður gloymd.
? Eg má siga, at eg eri argur inn á Høgna Hoydal, men tó skilji eg hann, um hann er úr tí flokkinum í Hoydølum, ið kom til ta niðurstøðu, at fiskivinnan er ein trupulleiki fyri føroyska samfelagið, sigur ein speiskur Kjartan Joensen, ið vísir á, at neyðugt er at byggja nýtt skip, um fylgjast skal við.
Kjartan Joensen heldur orsøkina til politiska viljan vera ósemju millum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin. Hann sigur, at tá Tjóðveldisflokkurin hevur eina ætlan, er Fólkaflokkurin ímóti, og tá Fólkaflokkurin hevur eina ætlan, er Tjóðveldisflokkurin ímóti. Hetta heldur hann vera orsøkina til, at tað ongan veg gongur politiskt í føroyska samfelagnum.
? Tað er eingin trupulleiki at fáa fígging til eitt nýtt skip, men trupult verður at gjalda hana aftur. Tí er neyðugt við fígging, sigur Kjartan Joensen, ið væntandi fer at handa estlendska reiðaríðnum Hvivltenni mikudagin. Skipið stendur í løtuni uppi á turrum hjá Tórshavnar Skipasmiðju.
Kjartan Joensen vil ikki siga, um nøkur skuld var í skipinum.