Hvítvask kostar Danske Bank milliardir

Semja í sambandi við málið um hvítvask í deildini hjá Danske Bank í Estlandi gevur bankanum milliardahall.

 

Bót upp á milliardi í málið um hvívask gevur Danske Bank hall upp á 5,1 milliardir krónur.

Tað sæst í ársroknskapinum fyri 2022.

– Ársins úrslit er sjálvandi ikki nøktandi. Tað eó ein avleiðing av endanum á Estlandmálinum, sum er ein týdningarmikil vend fyri Danske Bank, sigur Carsten Egeriis, stjóri í Danske Bank í tíðindaskrivinum.

Danske Bank hevur gjørt semju svarandi til eitt sindur yvir 15 milliardir krónur í málinum um hvítvask í estisku deildini.

Yvirskipað er inntøkurnar hjá bankanum lækkaðar, men útreiðslurnar eru hækkaðar samanborið við árið fyri.

Inntøkurnar í 2022 endaðu á 41,2 milliardum krónum, sum er trý prosent lægri enn í 2021.

/ritzau/