Tað streymar turr og køld luft av eystri yvir Føroyar. Um vikuskiftið snarar hann í ein landnyrðing og norðan og kavaæl reka inn yvir Føroyar av landnyrðingi og norðri.
Í dag verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri, 10 til 15 m/s, sum hósdagin snarar í ein landsynning og makar nakað. Alt døgnið verður samdrigið og yvirhøvur turt og hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.
Í morgin verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og eystri, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur turt og stundum klárt. Hitin um dagin um fýra stig, um náttina niður móti frostmarkinum í støðum.
Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, sum snarar í ein eystan og landnyrðing, 8 til 13 m/s. Samdrigið og kava- ella vátaslettingur. Hitin millum 1 og 4 stig, um náttina niður í frostmarkið í støðum.
Sunnudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum makar niður í gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig, um náttina niður í fimm kuldastig í støðum.
Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sum eitt bil makar niður í lot til andøvsgul ella av vestri ella ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Út á kvøldið snarar hann í ein sunnan og øtlar vindin í strúk í vind upp í skrið, 13 til 18 m/s. Yvirhøvur turt og samdrigið, men um náttina skýggjað. Hitin millum 3 kuldastig og 2 hitastig, um náttina millum 1 og 5 hitastig.
Týsdagin verður strúkur í vindi upp í skrið av suðri og útsynningi, 13 til 18 m/s, eitt skifti upp í storm, 20 til 23 m/s. Skýggjað og regn og hitin millum 3 og 8 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.