Liturin á bilinum hevur nógv at siga, tá hann skal seljast aftur sum brúktur, vísir ein kanning hjá bilbasen.dk.
Tað kann vera freistandi at keypa sær ein ljósareyðan ella knallgulan bil fyri at skilja seg út frá mongdini, men tað kann kosta seinni, tá bilurin skal seljast. Ein bilur kann sum einki missa nógv í virði, tí liturin ikki er tann rætti.
Tøl frá Bilbasen.dk vísa at dýrari bilarnir eru, meira konservativir eru keypararnir í sambandi við litin á bilinum, tí eru teir flestu firmabilarnir bláir, reyðir, hvítir, svartir ella silvurgráir.
Ein kanning, sum týski felagsskapurin BASF hevur gjørt, vísir, at 30 prosent av øllum nýggjum bilum í Evropa eru hvítir. Aðrir væl umtóktir litirn eru svart og silvurgrátt.