Eitt ferðalag á Svalbard hevur í morgun boðað frá, at ein hvítabjørn er skotin og dripin.
Sýslumaðurin á Svalbard hevur sett kanningararbeiði í verk av umstøðunum kring hendingina.
Norskir miðlar skriva, at manning er send við tyrlu til eystursíðuna av Spitsbergen, nærindis Aghardvíkini, har bjørnin er skotin.
- Vit hava sett í verk eitt kanningararbeiðið fyri at fáa greiði á hendingini, sigur sýslumaðurin í tíðndaskrivi fyrrapartin.
Átaksleiðarin á Svalbard, André Stormorken, sigur við norska kringvarpið - NRK - at løgreglan er á staðnum, har hendingin fór fram.
Sum skilst, hevur eingin í ferðalagnum fingið mein.
Á Svalbard er bert loyvt at skjóta hvítabjarnir, um fólk eru í lívsvanda. Nærkast ein hvítabjørn, skal fyrst roynast við ávaringarskotum.
- Í fjør summar varð ein hvítabjørn skotin á Svlbard, og tá var hetta ein bjørn, sum fleiri ferðir hevði nærkast fólki, veit NRK at siga.










