Hvítabjørn leyp á franska kvinnu á Svalbard

Hetta er ikki fyrstu ferð, at ferðafólk eru álopin av hvítabjørn á Svalbard. Síðan 1971 hava seks fólk latið lív – og onnur eru sloppin við lívinum eftir slík álop.

 

Ein fronsk kvinna, sum lá í tjaldi á Svalbard, kom í morgun illa fyri av einari hvítabjørn, sum tók seg inni í tjaldið og leyp á kvinnuna.

 

Sýslumaðurin á Svalbard fekk boð um álopið stutt fyri klokkan 08.30 í morgun, og stutt eftir vóru umboð fyri sýsluskrivstovuna og løgregla á staðnum við tyrlu. 

 

Kvinnan, sum er í 40-árunum, er ikki í lívsvanda, og hon er flutt á sjúkrahúsið í Longyearbýnum við tyrlu til viðgerðar.

 

Norska kringvarpið NRK veit frá sjúkrahúsverkinum at siga, at skaðarnir eru ikki so umfatandi, men kvinnan verður verandi á sjúkrahúsinum til í morgin.

 

Franska kvinnan var í einum ferðalagi á 25 fólk, sum lógu í tjaldi í norðara parti av Ísfjørðinum.

 

Hvítabjørnin varð rikin burtur úr økinum við skotum, og tað vísti seg, at hon var so mikið illa meiðslað, at neyðugt var at avlíva hana, tá myndugleikarnir komu fram á hana.

 

Sýslumansstovnurin hevur verið í samrøðum við fyriskiparan av túrinum, sum franska kvinnan var partur av, og hesi hava eisini fingið kreppuhjálp í truplu støðuni, tey komu í. 

 

Løgreglan fer at gera fleiri kanningar og avhoyringar í málinum.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at ferðafólk eru álopin av hvítabjørn á Svalbard, og síðan 1971 hava seks fólk latið lív – og onnur eru sloppin við lívinum eftir slík álop.