Hvistan væl umboðað í ½ maraton

Rennifelagið í Suðuroynni hevur ikki mong ár á baki, men fekk væl burturúr til ½ maraton í Klaksvík.

Søgan um, hvussu limir í rennifelagnum  í Suðuroynni, nevnt Hvistan, komu í gongd, minnir óivað um mangar aðrar søgur. Byrjað varð í smáum,  og so við og við legst afturat við fólki og teinarnir gerast longi.

Felagið er ungt, men fekk væl burturúr, tá skipað varð fyri ½ maraton í Klaksvík um vikusiftið. 7 luttakarar úr Hvistuni vóru við.

 

-Tað byrjaði í smáum, dyrnar blivu latnar upp, kaffi og frukt kom á borði - og tá hildu tey avstað. Ja, tað ljóðar kanska løgið, men hetta var byrjanin til at 7 umboð fyri Hvistan, runnu EIK 1/2 maraton í Klaksvík í gjár. Flest øll byrja frá grundin av og tað gjørdu hesi eisini, bert ein - venjarin, hevði verði til nøkur 1/2 maraton og kappingar áðrenn, so hetta kundi kennast sum ein elddópur fyri tey flestu, sigur Finn johannesse úr Hvistuni.

 

VILT-húsið í Vági er karmur um felagsvenjingar tvær ferðir um vikuna, og ofta bleiv lagt upp til lonrgi túrar í vikuskifitnum, bæði sum einstaklingar og sum felag.  

 

Og í Klaksvík kláraðu tey tað - 21,1km blivu lagdir afturum, og hetta má verða fyrstu fer at so nógv umboð úr Hvistuni, ið er felagið fyri fræslan ítrótt í Suðuroynni, var so væl umboðað til slíkt tiltak. 


-Og væl gekst, við 7 umboðum millum tey vaksnu, og 3 umboðum fyri børn, barnarenning,  komu 4 heiðursmerkir, 2 gull, 1 silvur og ein bronsa til felagið, sigur Finn johannessen.

 

Ávíkavist silvur og gull fingu (Páll) 2xGull (Finn og Rói).

 

Tey 7 umboðini úr Hvistanuni vóru Finn, Heidi, Harriet, Helena, Ásgerð Leona (Systi), Beinta og Aksel.