Hvirluvenjingin fyri børn og ung byrjar aftur á Tórsbreyt týsdagin 19. mai kl. 17.00-18.00 og Sunnudagin 24. mai kl. 15.30
Eftir ein heldur longri vársteðg tørna børn og ung aftur til í Hvirluni. Týsdagar og sunnudagar stendur venjaratoymið til reiðar við venjing og spølum, sum hava til endamáls at styrkja, menna og fremja sosialu førleikarnar hjá íðkarunum.
##med2##
Týsdag venja tey 10 og 15 ára gomlu. Sunnudag tey millum 7 og 9 ár. Venjingin er sjálvandi skipað við koronafyrivarni, men vit vilja heldur tosa um kjarnan í felagnum: frælsar ítróttir. Í Hvirluni leggja vit dent á, at pláss skal vera fyri øllum, sum skilja og finna útav at skapa eitt felag fyri øll. Vit leggja somuleiðis dent á gleðina við at røra seg og geva kroppi og sál mennandi og styrkjandi avbjóðingar. Eisini skulu vit hava tað stuttligt, meðan vit flenna og sveitta saman. Eitt nú finna nýggjar frælsavinir ella bara halda upp á eitt longu íkomið frælsavinalag hevur eisini týdning. Vit venja ymsu frælsagreinarnar, læra tøknina og kappingarreglurnar og leggja orku í at betra okkum persónliga. Tað gera vit millum annað út frá staðfestingini um, at (tíverri) er bara ein, ið er best, men øll kunnu betra seg.
Kapping og summarvenjing
Stórkappingarnar, ið eftir eru, eru 23. mai og 13. juni (tilmelding í seinasta lagi ávikavist 20. mai og 10. juni). FM-kappingarnar eru hinumegin summferiuna. Vit heita á øll um at kappast og gera sær nakrar royndir við tí, men tað er ikki eitt krav. Tey, sum bara vilja venja, eru hjartaliga vælkomin til tað.
Av tí at vit longu hava mist nakrar vikur í venjing, og at tað fyri mong verður eitt heimasummar, venja vit í Hvirluni uttan summarsteðg. Tað vil siga, at vit venja frá 19. mai til miðjan septembur.
Tilmelding neyðug
Orsakað av koronu er neyðugt við tilmelding, so vit fáa skipað okkum í hóskandi bólkar. Tilmelding fer fram á hvirlan@hvirlan.fo ella www.facebook.com/hvirlan í seinasta lagi sunnudagin 17. mai, navn og føðingardagur á barni má tilskilast.












