Hvirlur tóku buss og bingju

Á alarmsentralinum hava tey havt úr at gera um vikuskiftið, eftir at ódnarveður við nógvum vindi, ælingi og tóruslátri hevur herjað um landið. Heili 23 fráboðanir um stormskaðar komu inn, tíbetur ongin mansskaði. Flestu skaðarnir vóru smámál um brotnir rútar, stakitt og tekjur, meðan tvær eitt sindur álvarsligari hendingar eisini fóru fram. Annað var ein bussur, sum koppaði undir Gøtueiði. Bussurin var tómur og feyk av parkeringsplássinum og út á landsvegin. Á Norðasta Horni tók ein hvirla eina risastóra bingju, sum legði seg tvørtur um vegin til Velbastaðar. Fólk av brandstøðini vórðu boðsend at fáa bingjuna av vegnum aftur.