Hvirlan fingið vinafelag

Hvirlan hevur fingið sítt fyrsta vinafelag. Hetta hendi tá forkvinnan í frælsadeildini hjá ÍR, Margrét Héðinsdóttir, og skrivarin í Hvirluni, Heri Ziska, skrivaðu undir uppá skjal, ið staðfesti vinasambandið millum feløgini bæði í flottu Laugardalshøllini. ÍR, sum hevur heimavøllir í Laugardalinum í Reykjavík, er størsta frælsafelag í Íslandi.