Hvirla tók vøruvogn

Um klokkan 16 seinnapartin trýsti ein hørð hvirla ein vøruvogn út av vegnum í Kollfjarðadali. Ógvusligt sá út, men fólkaskaði er at kalla eingin. Mitt í meldurtíðini eftir klokkan 16 var nógvur útrykningur úr Havnini og niðan móti Kollfjarðadali.

Aftur í dag er nógvur vindur ymsastaðni, og serliga eru hvirlurnar strangar. Nú seinnapartin tók ein hvirla ein vøruvogn, sum kom koyrandi oman móti rundkoyringini í Kollfjarðadali, og trýsti hann út av vegnum og eftir liðini oman gjøgnum ein brattan skráning.

Løgreglan á staðnum upplýsir, at tíbetur er talan bert um materiellan skaða, men at tvey fólk, sum vóru í vøruvogninum nú verða koyrd á Landssjúkrahúsið til kanningar.

- Tað sær út til at trygdarbeltini hava bjargað hesum fólkunum frá størri skaða, sigur løgreglumaður á staðnum.

Talan var um ein vøruvogn við donskum plátum, og í vøruvogninum var eitt prutl, sum hesi skuldi seljast.

Løgreglan heitir á fólk, serliga í slíkum høgum bilum, sum taka nógvan vind á seg, um at verða ansin á vegunum í dag, tí at, sum hesi máttu sanna, er skjótt at verða tikin á bóli.

Og so er eisini eitt gott ráð altíð, óansæð veður, at verða í trygdarbelti.

Fleiri myndir síggjast her.