Hvirla syfti bil á liðina

Tað er nógvur vindur í dag, so tað er at koyra varliga

Tað er rættiliga nógvur vindur í morgun og í hesum sambandi hevur løgreglan fingið boð um eitt ferðsluóhapp.

Tað hendi á Kaldbaksvegnum áraka Sund, har ein bilur varð tikin av eini hvirlu. Og tað var ein hørð hvirla, tí bilurin koppaði og endaði á síðuni.

Hetta var stutt eftir klokkan 7.30, tá ið ferðslan var av tí mesta, so tað elvdi til ruðurleika eina løtu, men tað gekk kortini lutfalsliga skjótt at fáa bilin upp á ein treylara og fáa hann avstað.

Løgreglan sigur, at bilførarin fekk ikki mein í óhappinum.

Men tað er nógvur vindur, fleiri staðni um 30 metrar um sekundið, og onkustaðni væl meiri enn tað, so mælt verður til at vísa varsemi.

Í Hvalba varð eisini ein bingja tikin av vindi og hon fór á sjógv, men teirri støðuni hevur bjarginarliðið í Suðuroyar Norðaru helvt tikið sær av.