Jústinus Leivsson Eidesgaard
Í Lorvík og í eystara parti av Eysturoynni var stórur dagur týsdagin. Seinnapartin týsdaginr kom nýggjasta far í føroyska fiskiflotanum til landið. Tað er Hvilvtenni hjá Kjartan Joensen í Lorvík. Hvørt mannsbarn var á fótum, tá skipið dagaði undan suðri í Lorvíksfirði og kom skúmandi inn móti bygdini. Skipið stingur so djúpt, at ikki ber til at leggja at í Lorvík, men teir gloymdu ikki gamlan sið, at sigla tríggjar ferðir í kring við sólini, ein siður, føroysk skip hava nýtt, tá tey fara nýggjan túr.
Hvilvtennið fór ikki beinleiðis á nýggjan túr týsdagin, men legði leiðina inn á Fuglafjørð, har móttøka var fyri skipinum. Hornorkestur spældi og kórsangur ljómaði og Kjartan og hansara menn, sum hava verið undangongumenn innan føroyska rækjuveiðu, stóðu rørdir á brúnni, áðrenn landgangurin spakuliga var heysaður niður á brúnna.
Og Hvilvtenni sá veldugur út, har hann lá við bryggju í Fuglafirði. Hetta er eitt av teim størstu skipunum í landinum, halda við stóra svartkjaftatrolaran hjá JFK- trol, Næraberg, uttanfyri.
Her er nýggjasta tøknin innan rækjuveiðu og tilvirkan av rækjum savnað á einum stað og djúpt niðri í skipinum liggja 7500 hestar og bíða eftir at sleppa á royna seg á sløttu undirsjóarfjøllunum og í líðunum á Flemmish Cap, vesturi í Atlantshavi.
Fleiri manns hava verið leingi saman við Kjartan og fiska. Kokkurin á myndini, Gunnar Svartá hevur verið við frá byrjan fyrst í sjeytiárinum.
Vónbrotin
Undir hátíðarhaldinum og fyri Sosialinum í seinastu viku gjørdi Kjartan Joensen, reiðari, greitt, at hann er sera vónbrotin av, at Framtaksgrunnurin ikki trúði á hansara verkætlan, tá ið hann fór undir at fyrireika byggingina av nýggja Hvilvtenni.
Tað bar snøgt sagt ikki til at fáa nakran at seta í skipið í Føroyum. Tí heitti hann á Frank Uhrenholt, sum er virkin innan rækjuvinni, at seta í skipið og hann eigur í dag 33 triðingin í skipinum.
Nógvur eginpeningur er í Hvilvtenni og vónirnar fyri at skipið fer at bera seg eru góðar
?Vit hava fingið eitt vakurt og effektivt skip, segði Kjartan Joensen, við Sosialin, seinasta fríggjadag, tá skipið gjørdi klárt at fara úr Noregi. Og hann legði afturat:
?Oljuprísurin er ikki heilt við okkum í løtuni, men tað kemur eisini ann upp á hvussu vit hyggja upp á tað. Í 1985 kostaði oljan fyri skip 2.68 kr fyri liturin. Prísurin á rækjum lá tá um 12 krónur fyri kiloið. Í dag hava vit bunkra fyri 2.32 kr. og nú liggur rækjuprísurin um 14 krónru fyri kiloið. Tað hevur sæð verri út fyrr, sigur Kjartan Joensen.
- Men vit kom at brúka nógva olju. Tá eg byrjaði fyrst í sjeyti árunum við Vesturvarða høvdu vit 460 hestar tøkar. Nú hava við 7500. Lemmarnir tá vóru ikki størri enn eitt kuffert, eg lyfti einum lættliga, og Regin Vágadal hevði lyft báðum sum einki. Lemmarnir viga í dag seks tons hvør, sigur Kjartan Joensen.
Vit skrivaðu annars í seinastu viku, at Hvilvtenni skuldi fiska fyri eina millión um dagin tá hann var til fiskiskap. Hetta er sjálvsagt skeivt. Tað skuldi standa eina millión um vikuna.