Hvilket fantastisk land dere har

Átta norskar kvinnur, sum høvdu vunnið eina ferð til Føroya fyri sítt
ENJO-ágrítni, komu til Føroyar fríggjamorgunin 26. mai frá Stavanger.
Leiðin gekk beinleiðis til útvarpasstøðina Rás2, sum beinanvegin vildu
hava damurnar í luftina, har tær greiddu frá, um hvussu túrurin var
komin í lag og um ENJO-produktini.

Leiðari á túrinum var 71 ára gamla Nora Vatnamot, sum enn er "still
going strong" og er sum ein unglingi.
 
Leygardagin var Norðoyastevna, har tær vitjaðu Norðoyggjar og heilsaðu
upp á Sonju Fuglø, sum umboðar ENJO í Klaksvík. Sunnudagin var vitjað í
Kirkjubø og uppi á Sornfelli á veg vestur á flogvøllin, higani tær flugu
til Stavanger við Atlantic Airways.
 
Í takkarskrivi tær sendu, eftir at tær komu heim aftur, takka  tær fyri
eina fantastiska uppliving í Føroyum. Allar høvdu tær glett seg so
ómetaliga nógv til hendan túrin, sum livdi fult út upp til teirra
forvæntningar og nakað væl afturat.
 
Tær vóru væl nøgdar við at møta føroyskum ENJO-umboðum og fáa nógv góð
tips og  presentatión  nýggjum produktum. At tær upp á so stuttu tíð kundu uppliva so nógv og síggja meginpartin av Føroyum upp á tríggjar dagar var ein uppliving í sær sjálvum.
 
Tær sendu eitt takkarskriv, sum endaði við hesum orðum "Vi ønsker gjerne at dere
sender dette brevet videre til Radiokanalen vi deltok på, og gjerne til
avisene slik at dere kan få høre hvilket fantastisk land dere har".