Har hevur Hvidt seinastu 14 árini verið ein av høvuðsorøskunum til, at Danmark hevur verið støðugur partur av heimselituni í hondbólti.
Tey 14 árini, sum hann hevur spælt á danska landsliðnum, hevur Kasper Hvidt spælt 217 landsdystir fyri Danmark. Tann seinasti av hesum var so í dag, tá Danmark við 34-27 sigri á Spania tryggjaði sær fimta-plássið í EM-endaspælinum.