Hvidovre á Tórsvølli á Ólavsøku

Danska 1. deildarfelagið Hvidovre skal eftir ætlan spæla móti HB Ólavsøkuaftan. Møguliga verður heimsins besti málverji, Peter Schmeichel, við á liðnum saman við Óla Johannesen

 

Nógv virksemi verður á Tórsvølli á tjóðarhátíð føroyinga. Ólavsøkuaftan kemur danska fótbóltsfelagið Hvidovre á vitjan, og mótstøðuliðið hjá dønum verður HB. Ólavsøkudag verður so finalan í kappingini um Løgmanssteypið millum B36 og KÍ. Fótbóltsáhugað hava sostatt nógv at gleða seg til.

Sum skilst er næstan alt komið uppá pláss viðvíkjandi vitjanini hjá Hvidovre á Tórsvølli. Onkrir snøklar eru eftir, men væntandi verður liðið at síggja í Føroyum.

Orsøkin til at tað júst er Hvidovre, sum fekk innbjóðing man vera, at tvørámaðurin Óli Johannesen dagliga spælir í felagnum. HB hevur fyrr havt vitjan úr Danmark á Ólavsøku, tá Herfølge við Jákupi Mikkelsen var á vitjan.

Líkt er til, at eigarin av hvidovre, Peter Schmeichel, verður við á ferðini, og hann fer at verja málið hjá Hvidovre. Peter Schmeichel, ið hevur verið kosin heimsins besti málverji, keypti barndómsfelag sítt fyri stuttum, og hann hevur ætlanir um at føra felagið upp í bestu deildina aftur.

Peter Schmeichel, ið dagliga spælir í Sporting Lissabon í Portugal, hevur tvær ferðir fyrr verið í Føroyum í fótbóltsørdinum. Síðst í áttatiárunum spældi hann við Brøndby á graslíkisvøllinum í Gundadali móti HB. Tá vann Brøndby 3-0.

Í fjør var hann so við danska landsliðnum, sum vann 2-0 á føroyska liðnum. Enn hevur hann hildið málið reint í Føroyum.

Tað eru óivað fleiri føroyingar, ið eru spentir um at síggja Hvidovre spæla. Felagið er ikki millum tey fremstu í Danmark longur, men fleiri eldri føroyingar minnast, tá Hvidovre var í uppá sítt besta.