Hví skuldi Fólkaflokkurin givið lág- og meðal løntum skattalætta nú?

Í fýra heil og samfull ár bar tað ongantíð til hjá samgonguni at veita lágum og meðalløntum tann skattalætta, sum tey áttu at fingið tá.

Í fýra heil og samfull ár bar tað ongantíð til hjá samgonguni at veita lágum og meðalløntum tann skattalætta, sum tey áttu at fingið tá.

Sjálvandi fer tað heldur ikki at bera til hjá teimum nú.  Kommunurnar skulu fíggja siga teir, og hótta við, at gera kommunur tað ikki sjálvbodnar, so hækka teir bara botnfrádráttin. Standið so! Og hetta eftir at Fólkaflokkurin hevur trumfað ígjøgnum, at eldraøkið skuldi út til kommunurnar.  Nú, minni enn eitt ár aftaná hesa risastóru avgerð, verður so farið eftir inntøkunum hjá Kommununum.  

Fyri fýra árum síðani fór fólkaflokkurin eftir inntøkunum hjá komandi ættarliðum. Teir kraddaðu forskattingina av pensjónunum til sín, brúktu hana alla sum hon var,  og hækkaðu pensjónskattin ógvusliga nógv. Heilt upp í 40 % av fyrstu inngoldnu pensjónskrónu.  Ein skattahækking, sum er púra óhoyrd.

Ein vanliga arbeiðaraløn missir út við 1.200 kr.  í hægri pensjónsskatti um mánaðin uppá hesa svikagerð.

Tann, sum verður pensioneraður í dag,  rindar nógv nógv minni í skatti av sínari pensjón. Umleið 24% í skatti, um talan hevur verið um eina vanliga inntøku meginpartin av lívinum.

Men øll, sum í dag rinda inn til pensjón, betala 40% í skatti av øllum pensjónsgjaldinum, frá fyrstu til seinastu krónu.  40% !! Og hetta eru teir, sum siga seg vilja skattalætta.

Og so skal mótrokningin millum hjún strikast siga teir nú – eftir at teir sjálvir settur hana í verk aftur í hesum samgonguskeiði.

Góðu føroyingar. Latið tykkum ikki villeiða at bluffinum hjá sitandi samgongu um skattalætta til lág- og meðallønt.  Tann skattalættin minnir meira enn gott er um tekningina hjá Storm P, har Harrin gav hundinum sín egna hala sum gloypibita. 

Javnaðarflokkurin hevur øll fýra árini kravt, at eisini lágar og meðal lønir skuldu hava ein skattalætta.  Og so ikki at gloyma, at tey sum í dag eru pensjónistar skulu fáa upp til 1.000 kr meira at liva fyri um mánaðin. Og tað standa vit við.

 

Helena Dam á Neystabø, valevni fyri Javnaðarflokkin