Hví sigur stjórin hjá Atlantic Airways ósatt?

1.

 

Jóhanna á Bergi sigur at nú eru tað tríggir dagar, har tað ikki ber til hjá suðuroyingum at ferðast sama dag.

 

(Svar) Hetta er ikki rætt. Tað er bert 1 dagur í vikuni, har tað ber til hjá suðuroyingum at ferðast sama dag og tað er fríggjadag. Allar hinar dagarnir passa antin fráferð, ella koma ikki við siglingina hjá Smyril.

 

2.

 

Jóhanna á Bergi sigur at tey eru hart rakt av Korona og tí er ikki grundarlag fyri meiri enn einum flogfari leygardagar og sunnudagar nú í februar og til síðst í mars.

 

(Spurningur) Eru starvsfólk hjá AA veruliga so leingi í Korona sóttarhald, í mun til vanlig fólk í Føroyum?

 

3.

 

Hon sigur samstundis, tey fáa rættiliga nógvar áheitanir í sambandi ferðaætlanina frá alskyns áhugabólkum, men at tað ógjørlig at ganga øllum ynskjum á møti.

 

(Spurningur og svar) Eg veit at AA í løtuni flýgur nógvar ski-touristar til Italia, Eysturríki og Frakland. Er tað ynski hjá hesum áhugabólkar sum AA tekur fram um ynskini hjá suðuroyingum? - Eitt dømi er at leygardagin tann 12. Feb. Lendi 2 flogfør hjá AA (RC7026) kl. 21:00 úr Turin (Italia) og AA (RC7010) úr Innsbruck (Eysturríki) í Københavns lufhavn. – Er hetta grundin til at flogfarið hjá AA skal flúgva so seint á kvøldið heim til Føroyar leygardag?

 

Nú veit eg ikki um “Fake news” hjá Donald Trump, er blivin ein so tíðandi partur av veruleikanum, at fólk halda, at tey uttan at blunka kunnu siga ósatt, og ikki skulu standa til svars fyri hesum.

 

Vónandi fylgir in.fo og “onkur føroyskur politikari” hesum upp.