Hví nýta verndarbrillur undir sólarmyrkingini

Undir sólarmyrkingina er týdningarmikið at nýta trygdarbrillur, men hví er tað so?

Sambært Nasa er tað vandamikið at hyggja beint at sólini, tá sólarmyrkingin er. Hóast tað kanska ikki ger teg blindan, kann tað elva til varandi eygnaskaða, um tú hyggur beint at sólini uttan verju - og tað er ikki nóg mikið at nýta vanligar sólbrillur.

 

Tá sólin skínur bjørt, er vandin fyri eygnaskaða ikki so stórur, tí tú klárar illa at hyggja at sólini so leingi, at tað bilar.

 

Men tá full sólarmyrking er, verður tað jú myrkt. Eygað órar tí ongan vanda, og puppillan verður stór. Tí hava sólstrálurnar frítt at fara beint inn í eygað, tá sólin dagar undan skugganum aftur. Størsti skaðin kann tí henda, inntil pupillan er minkað aftur.

 

Harumframt hyggja fólk vanliga ikki at sólini í longri tíð. Har er ikki so nógv at hyggja at. Men tá sólarmyrkingin er, noyða fólk seg at hyggja upp á sólina, fyri at síggja skuggan frá mánanum, og tey hyggja tí ikki burtur, tá sólin byrjar at koma undan skugganum aftur.

 

Men av tí, at tað bert ein lítil partur av sólini, sum sæst at byrja við, tykist hon ikki eins sterk, sum vanligt, hóast tær strálurnar, vit tá síggja, eru júst so sterkar sum vanligt.

 

Men tær strálurnar, sum eygað fangar, tá tú hyggur beint at sólini, kunnu elva til eygnaskaðar. Kanningar vísa, at tað bert skulu lítið av strálum til, fyri at broytingar síggjast í eyganum.

 

Hesar broytingar elva ofta til eftirsjónir: tað vil siga, at tú heldur á at síggja dansandi prikkar fyri eygunum - ofta í fleiri mánaðir eftir at tú hevur hugt beint at sólini - og í summum førum restina av lívinum.

 

Tað hoyrast søgur um, at tú kanst gerast blindur av at hyggja at eini sólarmyrking, men sambært NASA eru hetta leysasøgur, sum ikki hava hald í veruleikanum. 

 

Men ljósið frá sólini er sterkari enn okkara eygu klára, og tískil kunnu eygnaskaðar koma av at hyggja at sólarmyrkingini uttan vernd. Tað er ikki nóg mikið at nýta vanligar sólbrillur, tí tær eru ov veikar. Sambært Nasa skulu brillurnar vera serliga myrkar, tí fólk stara beint at sólini, og tað eru vanligar sólbrillur ikki gjørdar til. 

 

Góðkendu eingangsbrillurnar, sum verða seldar og lætnar kring landið í hesum døgum eru serliga myrkar og viðgjørdar við ymsum evnum, sum verja eyguni meiri, enn bert vanligar sólbrillur.

 

Tú kanst saktans skaða eyguni, hóast tú ikki fært ilt ella merkir nakað í eygunum.