Hví ikki?

Summir flokkar eru ógvuliga avgjørdir um, at føroyingar ikki skulu søkja um játtan úr donskum grunnum til føroysk prosjekt, sum ikki fáa fulla fígging í Føroyum.

Tá talan er um fígging úr donskum grunnum, so er t.d. A.P. Møller fonden ein upplagdur møguleiki.

Síðan 2015 hevur A.P. Møller fonden latið 5,5 mia. í stuðli til tiltøk í ríkinum.

Hvussu nógvir føroyskir maskinmeistarar, stýrimenn og skiparar hava ikki gjøgnum árini fylt í kassan hjá A.P Møller, og hvat er trupulleikin í, at nakrar milliónir koma aftur til Føroyar?


Henrik Old, fólkatingsvalevni fyri Javnaðarflokkin