Hóast tað er hávetur, hava vit ikki havt frost ella kava í ár. Og veðurstøðirnar fáa heldur ikki eygað á kavaveður, tá ið tær líta fram í tíðina.
Undir myndini kanst tú hoyra Hanus Kjølbro, sjómansskúlalærara í Klaksvík, greiða frá, hví eingin kavi er, og hann svarar eisini spurninginum, um tað fer at hevna seg í februar og mars.










