Evnið á Faroexpo-ráðstevnuni í ár, sum verður 23. oktober frá klokkan 13 til 16.30, er "Føroyskt uttanlands og útlendskt í Føroyum".
Seinnu árini hevur nógv verið tosað um útlendskan ognarlut í føroysku vinnuni, og hvørji árin hetta hevur á einstakar vinnugreinar og samfelagið sum heild.
- Hví gera útlendsk feløg íløgur í Føroyum, og eru føroyingar eins raskir at gera íløgur uttanlands?
Á Faroexpo-ráðstevnuni í Løkshøll í Runavík verða fyrilestrar og kjak um evnið, og her verða sjónarmið frá politikarum, vinnulívsfólki, búskapar- og samfelagsfrøðingum og frá fólki innan fíggjarvinnuna.
Fyrireikararnir av Faroexpo-ráðstevnuni vísa á, at fyrri partur av ráðstevnuni verður lýstur við fyrilestrum frá Teiti Samuelsen, stjóra fyri Eysturoyartunnilin, John Rajani, stjóra í BankNordik og Regini Jacobsen, stjóra í Bakkafrost-samtakinum.
Seinni partur er eitt kjak, har eitt kjakpanel verður við Hendriki Old, innlendismálaráðharra, sum luttekur fyri Poul Michelsen, Jóhonnu á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, Lau Øfjord Blaxekjær, samfelagsfrøðingi/ stjórnmálafrøðingi og Súna Schwartz Jacobsen, forstjóra í EIK Banka.
Lagt verður aftrat, at ráðstevnu-luttakararnir sjálvsagt fáa høvi at luttaka í kjakinum, og orðstýrari verður Uni Arge.