Hví fyrnaði málið um Eik Grunnin

Leikluturin hjá Skrásetingini skal kannast út í æsir í málinum um Eik Grunnin. Vinnunevndin vil víðka arbeiðssetningin hjá grein-19 nevndini, soleiðis at eftirlitið verður kannað, líka til dagin ídag

Leikluturin hjá Skrásetingini skal kannast út í æsir í málinum um Eik Grunnin. Vinnunevndin vil víðka arbeiðssetningin hjá grein-19 nevndini, soleiðis at eftirlitið verður kannað, líka til dagin ídag.

 

Tað er niðurstøðan, nú Vinnunevndin hjá løgtinginum er farin at skriva sítt álit til uppskotið hjá Johan Dahl um at seta eina grein-19 nevnd til at kanna viðurskiftini kring kollsiglda Eik Grunnin.

 

Í uppskotinum til samtyktar er arbeiðssetningurin ”at kanna alment umvarðandi viðurskifti í sambandi við virksemið hjá Eik Grunninum, og eftirlitinum við grunninum tíðarskeiðið 2002 til 2010.”

 

Eik Grunnurin fór á heysin í 2010, samstundis sum gamli Eik Banki.

 

- Vit mæla til at kanna eftirlitið, líka til dagin í dag, sigur Alfred Olsen, formaður í Vinnunevndini.

 

Sambært Alfredi Olsen heldur Vinnunevndin tað vera uppá sítt pláss, at Skráseting Føroya sum eftirlitismyndugleiki skal kannast, líka til dagin í dag.

 

Í november í 2011 setti Skrásetingin í verk eina sonevnda gransking av Eik Grunninum. Góð tvey ár seinni, í desember í fjør, lat advokaturin Eyðfinnur Jacobsen Skrásetingini sína frágreiðing, ið tó var avmarkað av manglandi pengum. Frágreiðingin vísti tó á fleiri viðurskifti, har nevndin fyri grunnin ikki hevði handlað í tráð við viðtøkurnar og lógina um vinnurekandi grunnar.

 

21. februar í ár meldaði Skrásetingin nevndarlimir í Eik Grunninum til fútan fyri brot á ásetingar í grunnalógini. Men ein lítlan mánað seinni, 17. mars, svarar fútin at hann ger einki meira við málið, tí tað er fyrnað.

 

- Spurningurin, hví málið kundi fyrna, eigur at kannast og lýsast. Tí mælir ein samd Vinnunevnd til at víðka arbeiðssetningin hjá grein-19 nevndini, sigur Alfred Olsen.

 

Vinnunevndin kemur saman aftur í morgin, og tá fer nevndin at skriva undir sítt álit.