Hvussu ber tað til, at Javnaðarflokkurin fær so stóra undirtøku í teimum veljarakanningum, sum eru gjørdar?
- Er tað tí at formaðurin í flokkinum, Aksel V. Johannesen er eitt óskrivað blað í føroyskum politikki og eitt óslitið andlit?
Og hví fáa Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin so lítla undirtøku? Er tað tí at leiðararnir eru uppslitnir?
Hetta eru tveir av spurningunum, sum verða viðgjørdir í beinleiðis kjaki á Rás2 klokkan 16 í dag.
Tey, sum sita við pallborðið, eru Jógvan Mørkøre, samfelagsgranskari og fakmaðurin aftan fyri nýggjastu veljarakanningina, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin í farnu viku, Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, og Bárður á Steig Nielsen, tingmaður fyri Sambandið og formaður í løgtingsins fíggjarnevnd.
Í síðstu viku gjørdi fynd eina veljarakanning fyri Sosialin og hon er meinlík øðrum kanningum, sum eru gjørdar´i hesum valskeiðinum.
Undirtøkan hjá teimum størru flokkunum liggja báðumegin 20% í veljarakanningunum og tingmannatalið sveiggjar ímillum 6 og 9 tingmenn. Hinvegin fáa smærru flokkarnir ein tingmann, ella tveir.
Men nýggjasta veljarakanningin vísir eisini, at veljararnir hjá teimum stóru glokkunum vilja ikki samstarva við Fólkaflokkin.
Ein spurningur, tey fara at viðgera í kjaksendingini er, hví tað man vera.
Hvør verður avleiðingin fyri føroyskt sjálvstýri at veljarar hjá Tjóðveldi og fólkaflokkinum ikki vilja samstarva?
Vil Aksel V. Johannesen heldur hava eina heimastýrissamgongu við einum sterkum Javnaðarflokki og einum veikari Sambandsflokki?
Og hví vilja veljararnir hjá tí borgarliga og liberala Sambandsflokkinum partú sleppa undan samgongu við Fólkaflokkin og tráa eftir tí sosialistiska Javnaðarflokkinum.