Hví hevur Smyril avlýst so nógvar túrar hesar seinastu tíðina. Tað er ein spurningur, nógv hava sett sær í seinastuni. Og nú hevur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum svarað spurninginum. Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, vísir á, at øll skilja, at Smyril avlýsir í óveðri og at tað er skiparin, sum avgerð um tað er veður at sigla ella ikki.
Tað sum hinvegin undrar Sirið Stenberg, er, at Smyril hevur avlýst tá ið onnur skip sigla fyri veður, og tá ið tað verður sagt, at avlýst er vegna hvílitíð. - Í fíggjarlógarviðgerðini varð annars víst á, at peningur var fingin til hvílitíð, sigur hon. Hon sigur, at ferðasambandi er avmarkað og skal tað yvirhøvur vera liviligt, er tað av allarstørsta týdningi fyri fólk og vinnulív í Suðuroynni, at tað er so regluligt sum yvirhøvur gjørligt.
Johan Dahl sigur, at Smyril hevur ikki avlýst fyri at kunna halda hvílitíðirnar. Men hinvegin ásannar landsstýrismaðurin, at avlýsingar hava forðað fyri at manningin hevur rent seg í hvílitíðirnar.
Orsøkin til avlýsingarnar hevur verið beinleiðis illveður og atløguviðurskifti. Eitt nú er tað so trongligt í havnarlagnum í Havn, at tað hevur ikki verið ráðiligt at fara inn um Molan.
Landsstýrismaðurin sigur eisini, at Strandferðslan kannar nú møguleikan fyri at leggja at í Kollafirði, tá ið tað ikki er farandi inn um molan. Men hann ásannar, at tað fer at seta krøv til bussflutning og farmaflutning. Tað fer kanska eisini at føra til seinkingar, tí tað er eitt sindur longri at sigla á Kollafjørð. Samstundis hevur Strandferðslan sett sær fyri at geva fólki nágreinligari upplýsingar um orsøkirnar, tá ið túrar verða avlýstir.
|