Tað var drama fyri allar pengarnar, tá ið 6-mannaførini við monnum kappaðust á vestanstevnu í Sandavági.
Tað var lagt upp til, at tað skuldi eydnast Tvørabátinum at vinna FM í dag. Ivaleyst verður Tvørabáturin meistari, men tað verður ikki fyrrenn á ólavsøku. Úrslitini í dag lagaðu tað soleiðis, at Tvørabáturin nú er sjey stig undan Páll Fanga úr Klaksvík.
Starturin hjá Tvørabátinum var ikki góður. Hvessingur, Smyril og Páll Fangi vóru fremstir fyrsta teinin. So blandaði Tvørabáturin seg smátt um smátt uppí.
Tað er eitt sindur óslætt í Sandavági. Tað sást væl í stórum skiftum í støðunum, tá ið bátar riðu á aldurygginum.
Fram ímóti málinum var sera tætt. Tað eydnaðist Hvessingi at halda tørn um oddasessin, meðan Páll Fangi var næstfyrstur og FM favoritturin Tvørabáturin endaði á triðja plássi, meðan Smyril, sum legði ógvuliga bragdliga fyri, endaði á fjórða plássi.
1 | Hvessingur | 04:55.24 | ||
2 | Páll Fangi | 04:57.04 | ||
3 | Tvørabáturin | 04:57.06 | ||
4 | Smyril | 04:57.17 | ||
5 | Rádni | 05:01.22 | ||
6 | Lómur | 05:02.23 | ||
7 | Jarnbardur | 05:03.11 | ||
8 | Herningur | 05:09.10 | ||
9 | Gongurólvur | 05:14.24 |
1 | Tvørabáturin | 39 | ||
2 | Páll Fangi | 32 | ||
3 | Rádni | 29 | ||
4 | Jarnbardur | 21 | ||
5 | Lómur | 20 | ||
6 | Hvessingur | 17 | ||
7 | Smyril | 5 | ||
8 | Herningur | 4 | ||
9 | Gongurólvur | 1 |