Hvessingur tók Smyril

Størsti dramatikkurin higartil í dag var tá ið 6-mannaførini Smyril og Hvessingur vóru í framúr tvíkapping

Tað var fantastiskur dramatikkur, tá ið 6-mannaførini við monnum róðu á Sørvági seinnapartin.

Fýra tær fyrstu kappingarnar í ár vann Smyril úr Vági, sum harvið higartil hevur verið greiður favorittur at vinna FM.

Smyril er framvegis fremstur í FM kappingini, men í dag eydnaðist tað Hvessingi úr Hvalvík og Streymnesi at vinna og harvið er tað framvegis møguleiki fyri spenningi í FM kappingini.

 

Hvessingur leyp avstað, og Smyril spenti aftan á honum. Og síðani lógu hesir báðir bátarnir borð um borð og ofta stavn um stavn. Eftir okkurt takið var Smyril undan, eftir okkurt annað takið var Hvessingur undan, so var stavn um stavn og stútt og støðugt reið um snarið.

 

Í endaspurtinum sá tað eina løtu út til, at Hvessingur fór at verða drúgvari, tí hann stakk seg hálvan skutin framum, men í síðstu tøkunum rann Smyril framúr væl, men hann var rongina ella so ov stuttur.

 

Fortuna úr Vestmanna vann tvíkappingina við Riddaran úr Miðvági um triðja plássið. Fortuna var trettan sekund aftanfyri Smyril og meiri enn trý sekund undan Riddaranum, sum var næstan sjey sekund ella meiri enn tvær bátslongdir frammanfyri Gongurólv.

 

1 Hvessingur 05.17.09

2 Smyril 05.17.13

3 Fortuna 05.30.06

4 Riddarin 05.33.18

5 Gongurólvur 05.40.12

 

Støðan

1 Smyril 34

2 Hvessingur 31

3 Fortuna 22

4 Gongurólvur 18

5 Páll Fangi 10

6 Riddarin 4

7 Strálan 3