Hvessingur smurdi alt av

6-mannafør menn: Við framúr avriki vunnu teir úr Hvalvík og Streymnesi mest sannførandi sigurin higartil ídag

Tað var so sannførandi, sum eingin annar higartil í dag hevur megnað, tá ið Hvessingur hjá teimum í Hvalvík og Streymnesi vann kappingina millum 6-mannafør við monnum.

Tá ið startspurturin var av, hevði Hvessingur stungið stavnin framum Gongurólv, og so var spurningurin, hvussu sannførandi sigurin fór at verða.

Tá ið Hvessingur fór um málið, var Gongurólvur meiri enn sjey sekund frammanfyri Gongurólv, sum var meiri enn trý sekund undan Herningi.

1 Hvessingur 4.59.07

2 Gongurólvur 5.06.27

3 Herningur 5.09.48

4 Riddarin

5 Jarnbardur

6 Strálan

7 Páll Fangi

8 Lómur