Tá ið bátarnir fóru um málið, var tað eingin ivi. Hvessingur var meiri enn eina bátslongd undan fremsta avbjóðaranum, sum í dag var Gongurólvur.
Sigurin ber við sær, at Hvessingur er meistari. Tað ber ikki til hjá nøkrum at vinna seg fram á Hvessing, sum hevur fult stigatal og er tíggju stig undan fremsta avbjóðaranum.
Eingin ivi var um, at Hvessingur var fremstur, men merkisvert var tað, at Gongurólvur var so sprelskur og leingi hevði hug at bjóða av. Tað var ikki fyrr enn í sjálvum endaspurtinum, at tað loysnaði millum tveir teir fremstu bátarnar.
1 Hvessingur 4:48.24
2 Gongurólvur 4:51.45
3 Herningur 4:55.38
4 Kollfirðingur
5 Lómur
6 Strálan
FM
1 Hvessingur 42
2 Gongurólvur 32
3 Herningur 27