Hvessingur fingið stevið beinanvegin

Kappróður: Lagt er upp til eina spennandi kapping millum kvinnurnar í seksmannaførunum

Kvinnurnar umborð á Hvessingi leitaðu í fjør eftir rætta áralagnum á einum tveimum stevnum, áðrenn tað glapp og tær vunnu fleiri ferðir.

Skulu vit meta út frá úrslitinum á norðoyastevnu, so sær út til, at tær hava funnið rætta lagið beinanvegin.

Hvessingur kappaðist alla tíðina við Jarnbardin og við Gongurólvin. Eina løtu sá út til, at sigurin fór at vera heilt sannførandi, men í endaspurtinum tóku tær umborð á Jarnbardi seg væl fram, uttan at tað á nakran hátt hótti sigurin hjá teimum í Hvalvík og Streymnesi.

Tær umborð á Páll Fanga vóru heilt frammi í startinum. Tær endaðu á einum fjórða plássi, og hetta var besta plaseringin á norðoyastevnu hjá róðrarfelagnum í Klaksvík.