Hvessingur er eina ráðandi

6-mannafør menn: Fyribils sær tað ikki út til, at kappingin verður um annað enn næstfremsta plássið

Tað var spenningur í, tá seksmannaførinum við monnum róðu. Talan var kortini ikki um fyrsta floks spenning, men heldur snúði spenningurin seg um, hvør fór at vinna næstfremsta plássið. Í hesari kappingini bjóðaðu fleiri av, og frá Sølmundi, sum endaði næstfremst, og aftur til Hósvíkingin, sum endaði á fimta plássinum, var munurin ikki meiri enn tvey sekund, ella ein lítil bátslongd.

Sølmundur legði bragdliga fyri, men eftir teir fyrstu trý hundrað metrarnar kom stígur í hjá teimum, og so duttu teir heilt aftur móti fimta plássinum, áðrenn tað teir síðstu trý hundrað metrarnar aftur fór at ganga væl, og tann guli báturin legði allar hinar bátarnar aftur um seg og vann kappingina við Stráluna, Kollfirðing og Hósvíking um annað plássið.

Eingin kapping var um fremsta plássið. Teir í Hvalvík og Streymnesi vóru alt ov drúgvir. Teir vóru saman við Sølmundi framvið beinanvegin, og meðan hinir bátarnir skiftust um at vera fremstir í kappingini um annað plássið, so gleið Hvessingurin stútt og støðugt frá hinum bátunum, tá hálva fimtan hundrað málið var rógvið, var munurin meiri enn ein bátslongd, sundalagsmenninir øktu alla tíðina, og á málinum var munurin ikki minni enn tríggjar bátslongdir.

Róðrarárið er ikki hálvrunnið enn, men soleiðis sum tað hevur myndast hesar báðu fyrstu róðrarnar er ilt at ímynda sær ein annan vinnara enn Hvessin. Snopprikkur vann FM í fjør, men hvalbiar báturin tykist ikki hava somu styrki í ár, sum hann hevði í fjør, og Gongurólvur, sum vann FM í 1996 og sum ofta hevur verið drúgvur í hesari kappingini, hevði ikki nógv at bjóða uppá í Hósvík.