Hverafuglar í Fríðrikskirkjuni

Íslendski býurin, Hveragerði, er vinarbýur hjá Nes kommunu, og fyri einum ári síðani var Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni á konsertferð í Hveragerði.

Nú er eitt kór úr Hveragerði so komi á vitjan á Toftum. Kórið, sum kallast Hverafuglar, er mannað við pensionistum í Íslandi, og tað fer at hava konsert í Fríðrikskirkjuni týskvøldið. Konsertin byrjar kl. 20, og luttakarar verða Hverafuglar og Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni á Toftum. Ferðaleiðarin hjá íslendkska kórinum, David Samuelsson, sum er hálvur føroyingur, fer eisini at luttaka við solosangi.