Eyðstein Poulsen
Eg meti, at Fiskirannsóknarstovan er ein stovnur, ið ikki dugir at seta sær sjálvum rættar og viðkomandi spurningarnar, og tað er har skeivleikin stavar frá.
Tað er trupult at vera fiskimálaráðharri í hesum døgum, nú grundarlagið fyri hansara tilmælum er til ummælis dag og dagliga. Tað nýggjasta er, at Hjalti í Jákupstovu ikki tolir trýstið longur, og vil hava uttanveltaði fólk at kanna mannagongdirnar á stovni sínum. Hann leggur upp til, at hansara samstarvsfelagar uttan úr heimi skulu keypast heim at kanna, um Fiskirannsóknarstovan arbeiðir rætt út frá einum heimsgeniraliseraðum og bókligum vinkli.
Góði Bjørn, lat teg ikki verða førdan bak ljósið av einum vísindastjóra, sum ikki tekur væl orðaðan kritik til eftirtektar, men hinvegin fer í verjustøðu og biður fólk við somu hugsan, sum hann sjálvur hevur til vísindini, koma inn at forsvara eina haltandi og mangulfulla teori.
Tað, sum eftir míni bestu sannføring hevur størsta týdning fyri alt Føroyaland, er, at vit hava eina nágreiniliga og framkomna fiskigransking, soleiðis at vit í ein ávísan mun hava tamarhald á, hvat fiskimynstur vit kunnu vænta okkum komandi árini.
Grundarlagið undir granskingini er, at spurningar, sum svarast skulu, eru viðkomandi. Eru spurningarnir skeivir, verður svarið eisini skeivt. Tað er hetta, sum eg vil vísa á. Fiskimaðurin, sum árliga er á fiskifeltinum, kann ikki verða yvirsæddur av granskingini. Tað er júst fiskimaðurin, sum situr við teimum meira viðkomandi spurningunum.
Vit hava í alt ov langa tíð verið vitnir til bæði eina og aðra teori, sum ikki hongur saman, men sum stjórin á Fiskirannsóknarstovuni kortini velur at nýta sum grundarlag undir sínum tilmælum. Hetta stríðir móti sunnum viti og skili. Eg dugi at síggja, at tað er umráðandi, at vit royna allar teoriir og fylgja teimum upp, men tá samsvar ikki er millum teori og praksis, mugu nýggir spurningar setast.
Tað er eitt ótal av faktorum í ávirka okkara náttúrutilfeingið, sum fiskifrøðingar als ikki taka hædd fyri, faktorar sum eru alt avgerandi, og sum geva spurningar, sum byggja millum annað á tilfar, sum fiskirannsóknarstovan sjálv er komin við. Skulu vit fáa svar á hesum spurningum, krevur tað, at Fiskirannsóknarstovan kemur at arbeiða sum ein Fiskirannsóknarstova og ikki sum nú er, har stovan útilokandi arbeiðir sum ein Fiskiveiðirannsóknarstova, enntá við skeivt samansettum veiðihagtølum . Hetta krevur hugsunarbroytingar bæði politiskt, men ikki minst frá stovuni sjálvari. Eg meti ikki, at vit kunnu liva við núverandi skipan. Tilmælini eru so illa undirbygd, og tí velur stovan at binda um heilan fingur við at skerja fiskidagarnar í ríkiligt mát. Hetta sama hevur Fiskimálaráðharrin valt at gera, og kostar tað Føroyalandi á hvørjum ári stórar upphæddir.
Fari til síðst at heita á fólk, sum hava skil fyri jarðbundnum búskapi, um veruliga at vísa teimum yvirordnaðu fiskarífanatisku búskaparfrøðingunum, at vit framvegis liva av fiskivinnuni. Til inntøkan í framtíðini møguliga kemur aðrastaðni frá, kunnu vit ikki liva við, at landið letur peningaligan stuðul til fólk, ið vilja fiskivinnuni illa.
Lat okkum ikki byrja at bróta niður, áðrenn vit hava tryggjað okkum nakað nýtt.