Hvat vilja vit sum fólk?

Hettar er ein spuringur, sum eg og mong við mær seta sær í hesum døgum. Grundin til at hesin spuringur er vorðin aktuelur, er alt kjakið, um fullveldisætlanina hjá Føroya Landstýri.

Hettar er ein spuringur, sum eg og mong við mær seta sær í hesum døgum. Grundin til at hesin spuringur er vorðin aktuelur, er alt kjakið, um fullveldisætlanina hjá Føroya Landstýri.


Fólki hevur altíð

verið tvíbýtt

Lat meg sláa fast beinanvegin, at sjálvt um eg eri sambandsmaður, so ivist eg ikki eina løtu um mín samleika, sum føroying. Tað verður lasta okkum sambandsfólkum fyri, at vera føroyingum at bana, tá ið tað snýr seg um okkara mál og mentan/samleika.

Eg fari ikki at brúka hesa grein til verjiamboð, tí tað kann væl vera, at vit til tíðar hava verði nakað svartskygd, tá ið tað ráddi um flaggið og málið, Men eitt vil eg bara sláa fast, og tað er, at tá ið tað snýr seg um fólkaatkøvðuna í 1907 um rúsdrekkaforboð í Føroyum, kann eg lyfta høvdi høgt sum sambandsmaður. Sama tá tað snýr um at fáa smámannium jørð, so hann kundi hava ein kúgv, og breyðføða seg og síni.


Farið er farið

Nú er so tíðin komin, at vit líta frameftir sum tjóð, og siga at farið er farið.

Hvat er so at gera hjá okkum. Jú ein kundi tikin táttin upp hjá føroyingafelaginum, av 1889, tá ið vit stóu saman sum ein maður. Eg kann til stuttleikar nevna endamálorðingina hjá felaginum (við formannsins lovið), tað hevur hann nokk ikki nakað ímóti:?At fáa Føroya mál til æru og at fáa føroyingar at halda saman og ganga fram í øllum lutum, at teir mugu verða sjálvbjargnir?. So kann ein spyrja seg sjálvan, um vit hava nátt á mál sum tjóð, og har má svari vera nei.

Men lat meg siga, at tað er eitt mál vit øll í felga kunnu seta okkum, samríkisfólk sum fullveldisfólk, og tað er at gera Føroyar sjálvbjargnar. Sjálvbjargni er jú ikki tað sama sum fullveldi, men meir at vit skulu gjalda tað, vit eiga, og ikki sum nú, skelda hvønn annað fyri henda blokk ið vit fáa. Mær vitandi grætur eingin føroyingur tá ið hann fær pengar.

Tí skal mín áheitan vera til løgmann: Tú tosar sum ein ið ynskir semju, og tú vilt eisini fara eftir semju. Er her ikki nakað, at taka fat í? Tí tá ið vit eru vorðin sjálvbjargin, so kunnu vit taka kjakið upp, um vit vilja verða utttan fyri ella inna fyri Ríkisfelaskapin.

Vit byggja heldur einki upp, við at fáa okkum danskarar sum fíngindar, og eitt er sikkurt, at nú roynir pressan, at tevja blóð, hava uppger við danskarar, ella hvat annað vit kunnu skíra tað, sum fer fram í dag. Øll minast vit bankamál hvussu vit tevdu blóð tað ferðina, men nú er tað loyst, og nú skal tað verða NATO máli. Men einki við at fara til botns í tí svansi sum fer fram í Føroyum, eitt nú við fiskivinnumálinum. Syndabukkar kann ein altíð finna, um ein ynskir tað. Vit mugu fyrst gera upp við okkum sjálvi.

Lat meg til seinast endurgeva ein av undangongumonnum í føringafelaginum, tá ið hann var staddur í Svøríki, og yrkti um føðilandi, og vesturættina, har hann sigur í seinasta ørindi, at hann ei Føroyum skomm vil gera, og tað vil eg so sannliga ikki. Eg ynski fyrst og fremst at búgva í einum landi harið fólk liva í sátt og semju, og hvar tað ikki ræður um at finna sær ein felags fínngida, og tí kasta ábyrgdina frá sær, ið vit hava í dag.

Tú byggir ikki nakað trúvirði, við nakran, við at geva ørðum skuldina, fyri tað sum ferð fram í eins egna landi


Jóhan Petur Johannesen

Formaður hjá Ungmannafelagnum samband