Ovasti føroyingurin, Føroya løgmaður, førdi seg fram í Skagen sum var hann høvdingur í Føroyum og stóð sostatt ikki til svars til nakað fólk ella institutión, sum t. d. parlamentarisk samgonga við samtyktum skjali. Hetta fekk sjálvsagt ongar fylgir.
Nóg mikið eigur at vera nóg mikið
Hvussu ofta og hvussu leingi skulu vit lata slíkt ganga? Hvussu ofta skulu vit skriva og lesa greinir eins og hesa? Hví eru ongar avleiðingar av politiskari misnýtslu og vanvirðing í Føroyum? Eru vit líkasæl viðvíkjandi okkara politisku skipan? Eru vit nøgd við at sita í arbeiðsskúrum ella ganga runt undir egið tak og siga sitandi samgongu vera ein savning av sjálvtænandi og korruptum níðingum? Tað, ið sagt verður í einum arbeiðsskúri ella við døgurðaborðið ger líka stóran mun, sum tað ger mun á flóð og fjøru, um tú stingur fingurin í havið.
Fólkið ræður; men hvar er røddin hjá fólkinum?
Í Íslandi gingu fólk til Altingi og mótmæltu við rakstrarrópum, tveittu við steinum og øðrum – og tey vóru áhaldandi. Íslendingar góðtóku ikki tað, ið var farið fram og tað, sum nú var ætlanin; nevnliga, at fólkið skuldi gjalda gildið hjá nøkrum fáum. Áttu vit ikki eisini at gjørt okkurt líknandi; tveitt av okkum henda misskilta hóvliga ham, sum bara ber boð um trælalyndi, og fari á tinghúsvøll at mótmæla hesa misnýtslu og neyðtøku av okkara forna tingi. Eg eri eingin fjeppari av at kasta við steinum, eggum og tílíkum, men ein stór mannamúgva á Tinghúsvøllinum og á Tinganesi, hevði skapt sjónliga og ófrávíkiliga tilveru av fólkinum, sum veruliga hevur ræðið í Føroyum. Ein likamlig hjávera av fólkinum kann ikki ignorerast. Tá fólkið spyr og setur krøv skal leiðslan svara ella standa til svars.
Spilt nevndararbeiði, spiltir pengar
Sitandi samgonga setur nevndir til ymiskt arbeiði, og háða hetta arbeiðið so skjótt, tað er liðugt, við ikki at taka ráðini og tilmælini frá hesum nevndum til eftirtektar. Viðkomandi politikarar koma bert við býttisligum undanførslum sum t.d.: “vit hava ikki tikið hetta tilmæli frá nevndini til okkum, tí vit tóku avgerð út frá eini heildarmynd.” Slíkt ógreitt møsn av einum svari sleppa okkara politikarar avstað við hvørja ferð, og eingin í fjølmiðlunum mótmælir í álvara hesum møsni. Henda “dans”, sum teir bjóða okkum mest sum hvørja ferð, eitt mál ferð í nevnd, skal føroyski skattgjaldarin gjalda. Um Føroya fólk ynskir hetta kostnaðarmikla mannirer at halda uppat, mugu vit gera nakað við hetta.
Serstøk tjóð: á hvønn hátt?
Hvør er stoltleikin, gleðin, nyttan og fyrimunurin við at hava eitt løgting, landstýri, flagg og tjóð, tá henda tjóð er vorðin eitt ravnabøli. Føroyar serstøk tjóð: Er tað gott, um serstøk tjóð merkir: serstakliga vánalig parlamentarisk fatan, serstaklig politisk misnýtsla, serstakliga líkasæl fólk, sum fylgja høvdingum? Um føroyingar veruliga halda sitandi samgongu og núverandi viðferð av politisku skipanini vera nóg góða, so kunnu vit ongantíð ov skjótt gera Tinghúsið til eitt hvørt savn, innlima okkum í Danmark sum danskt amt og tveita alla politiska ábyrgd og uppgávur frá okkum, tí sum nú er, gera okkara leiðarar, okkara høvdingar, nógv størri skaða, enn um vit als ongar hava.









