Fáur hugsar helst um, at um ein krasjar frontalt við 60 kilometra ferð, so fær eitt borðtennisbatt ? ið kanska liggur undir bakrútinum ? eina ferð, sum gevur battinum eina vekt uppá 30,6 kilo. Tað svarar til at fáa ein undir vangan frá Mike Tyson!
Hetta skrivar viðurkenda spanska ferðslublaðið Trafico, sum hevur gjørt eina umfatandi kanning av vanligum lutum, vit ofta draga við okkum í bilarnar. Útgangsstøðið er ein Renault Laguna, sum við 60 km/ rennir beint í ein múr. Kannað verður so, hvørja vekt teir ymsu lutirnir fáa, tá teir verða slongdir frameftir.
Dømi
Hundurin uppá 10 kilo fær eina vekt uppá 567 kilo. Dokumentkuffertið rýkur frá 5 upp á 283 kilo, manualbókin frá 2 til 113 kilo, dagbókin frá 0,770 kilo til 43,7, regnskjólið frá 0,440 til 25 kilo, leikur frá 0,330 upp á 30,6 kilo, fartelefonin frá 175 grammum uppá 9,9 kilo, brilluhúsin frá 150 grammum uppá 8,5 kilo og ein fyllipennur frá 25 grammum upp á 1,4 kilo.
Í hesum seinasta førinum má ein bara vóna, at pennurin ikki rakar nakkan við tí spíska endanum fremst!
Vil ein so vita, hvussu nógva vekt ein ølkassi ella ein akvavittfløska fær ? so er bara at falda vektina við á leið 56! T.v.s. at ein hálv Ålborg gevur á leið somu slagvekt sum ein upper-cut frá Mike Tyson!
Tað stutta av tí langa er, at vit eiga at ansa okkum við leysum lutum í bilinum. Flestu bilar í dag hava fleiri rúm o. a. til smálutir, sumt av hesum hoyrir heima í viðførisrúminum ? og trygdarbelti fáast eisini til hundar í dag!