Eg má siga, at eg hevði ein avbera góðan jólaaftan, tað sum gjørdi dagin so herligan var nevniliga tað, at eg hevði fingið heilt fitt av klæðum í gávu.
Tá ið eg og nakrir vinmenn fóru ein túr í býin nú herfyri, líkasum fyri at vísa tey nýggju jólaklæðini fram, var tað tá at tann eini av mínum vinmonnum segði, at hann hevði sæð eitt stjørnuskot lítla jólaaftan, hann læt beinanvegin eyg-uni aftur og knýtti nevarnar saman og ynskti so inniliga, at javnstøðulógin skuldi galda tað sama fyri bæði menn og kvinnur her í Føroyum, og hann bað og bønaði so inniliga um, at vit menn eisini fingu ein kjans her í samfelagnum, eins og kvinnurnar. Tað inniber sjálvandi tað, at vit áttu at fingið eitt Men?s night.
Mannfólkini, ið vilja
sleppa at vísa síni jólaklæði fram ókeypis í Club 20 eins og damurnar!!!