Jóhan Christiansen
?????
Nú dragnar úr kongum. Eftir sita vit her í Leirvík og spyrja, hvat við Leirvík?
Vit leirvíkingar hava funnið okkum í, at Norðoyatunnilin verður gjørdur, uttan ein loysn um farleiðina um Leirvík, er funnin. Vit hava alla tíðina havt tað álit á okkara Løgting, at tað ikki fór at kroysta eina vánaliga loysn niður yvir okkum her í Leirvík
Leirvíkar kommuna varð biðin um at meta um eina møguliga farleið, og niðurstøðan hjá kommununi var, og er, at ein tunnil um Leirvík er tann besta loysnin fyri Leirvík. Tunnilin um Leirvík er ikki ein loysn, Leirvíkar Kommuna sjálv er komin við. Tunnilin var ein av loysnunum, landsmyndugleikanir løgdu fyri Leirvíkar Kommunu at velja millum. Síðani bleiv hesin tunnil staðfestur við lóg.
Vit her í Leirvík hava liva í tí góðu trúgv, at hendan niðurstøðan bleiv tikin til eftirtektar av Løgtinginum og Vinnumálaráðnum. Men so skuldi ikki verða.
Í fjølmiðlunum í síðstu viku var gjørt greitt, at Leirvíks bygd skal "ofrast", so uml. 75 mió. kunnu nýtast til umvælingar av Løgtingshúsinum, uml. 400 mió. til eina nýggja suðuroyarferju, uml. 290 mió. til ein nýggjan skúladepil í Tórshavn, og enntá uml. 75 mió. kr. til eina nýggja innkoyring til Tórshavn, sum longu hevur tað besta vegakervið í landinum. Soleiðis kundi eg hildið áfram.
Lítið mann vera at ivast í, hvør tað er, sum leggur linjurnar hjá Vinnumálaráðnum. Sjálvandi hevur landsstýrismaðurin sína ábyrgd, men mín fatan er, at tað eru aðrir landsstýrismenn og løgtingsmenn, ið avgerða, hvat er best fyri landið, tá hugsa verður um samferðslukervið.
Vit frættu fyri stuttari tíð síðani, at alt vegakervið til Viðareiðis skal endurskoðast. Byrjast skal við einum nýggjum tunnli til bygdina, og so skal vegurin endurskoðast. Hesin tunnil hevur ikki verði høgt raðfestur fyrr, men nú er vend komin í. Skuldi eg hættað mær at gitt hví, so er mítt besta boð, at ávísir tingmenn nú ætla at røkja sítt egna valdømi eitt sindur betur. So mugu vit onnur bert finna okkum í vánaligum loysnum.
Tað er enntá játtaður peningur til kanningar av einum undirsjóvartunnli um Skopunarfjør, við tí fyri eyga, at annar tunnil skal gerast til Suðuroy. Hetta verður gjørt, sjálvt um nýggi Smyril, ið alt í alt kostar uml. 400 mió. ikki ein gongd er komin í sigling enn.
Eisini skal verða mint á, at tað bert eru nøkur heilt fá ár síðani sandingar fingur nýggja ferju.
Vit her í Leirvík hava ongatíð kravt nakað av landsmyndugleikunum, og hava ongatíð fingið nakað heldur. Ein ferjulega var kroyst niður á okkum í 80?unum, og hana gjalda vit fyri enn. Tað einasta við vilja í dag, er at heita á Løgtingið um ikki at oyðileggja Leirvíks bygd, við at leggja ein veg ígjøgnum besta byggilendi í Leirvík, ella við at leiða bilar í hópatal gjøgnum bygdina. Rambøll Nyvig metir at, alt frá 3.000 til 4.000 bilar um døgnið er sannlíkt
(www.lerivik.fo).
Er ein tunnil um Leirvík eitt órímuligt krav?
Meirkostnaðurin av ein tunnli í mun til áðurnevnda veg er einans uml. 30 mió. kr. Í tí stóra og heila, so svara 30 mió. kr. til uml. 0,8% av landsins fíggjarlóg fyri 2005.
0,8% av uml. 3,8 mia. kr. av eini fíggjarlóg hjá landinum, meti eg ikki verða órímuligt fyri eina loysn, sum vil varveita trivnaðin og eitt gott bústaðarmynstur í Leirvík.
Vit her í Leirvík hava ikki biði um Norðoyatunn-ilin, og hava vit tí sera torført við at skilja hví vit skulu svíða fyri, at norðoyingar skulu hava lættari við at koma inn á megin-landi.
Eisini vil eg vísa á, at tolir fíggjarlógin ikki eina so lítla broyting, so hevur Fíggamálráðið og Løgtingið ikki gjørt sítt arbeiði til lítar.
Til seinast vil eg bert vísa á, at um Løgtingið ikki metir tað verða pláss fyri eini broyting uppá 0,8% í fíggjarlógini, so hava vit her í Leirvík onki ímóti, at Norðoyatunnilin verður útskotin í 1 ella 2 ár, ella til ein loysn er funnin á farleiðini um Leirvík.