Tó er skjótt at staðfesta, at Sambandsflokkurin gjørdist stóri vinnarin av valinum, men hvør gjørdist so stóri taparin av valinum? Sjálvur haldi eg, at tað er lætt at staðfesta, at Javnaðarflokkurin hevði ringasta valið av teimum fýra stóru flokkunum. Vónandi fær hetta leiðsluna í flokkinum at taka í egnan barm og endurskoða linjuna, ið hevur verið førd síðstu fýra árini.
Eftir vánaliga valið í 1994 royndi flokkurin at gera seg meira óheftan av danska javnaðarflokkinum og fór at arbeiða meira miðvíst fyri, at Føroyar skuldu gerast eitt sjálvstøðugt land. Hetta løntu veljararnir flokkinum fyri og góvu honum dygga undirtøku til valið í 1998. Tíverri eydnaðist flokkinum ikki tá at koma í samgongu, men so fekk hann harafturímóti fýra ár í andstøðu at styrkja seg.
Hvønn andstøðupolitikk valdi flokkurin so at føra? Gloymd var uppgerðin við danska javnaðarflokkin og førdur var ein politikkur, har flokkurin gjørdist garantur fyri framhaldandi støðu innan fyri ríkisfelagsskapin. Hann var so avgjørdur, at sagt var, at »Javnaðarflokkurin gongur ongantíð við til eina loysn, ið liggur uttan fyri ríkisfelagsskapin.« ? Sjálvur meti eg hetta sum eitt sera grovt svik móti sjálvstýrisvonginum í flokkinum. Tíbetur vísti valið okkum, at Javnaðarflokkurin ikki vinnur við at føra reinan sambandspolitikk. Sambandsveljarar velja sambandsflokkin kortini.
Nú er møguleiki hjá flokkinum at koma í samgongu, og mín vón er, at flokkurin hálsar um. Tað skuldi ikki verið ómøguligt at farið í samgongu við Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin at framt yvirtøkur, tí sjálvstýrislógin leggur upp til hetta sama. Um leiðslan í flokkinum hevur so ilt av fullveldistøkuni, so verður hon ikki aktuel hetta landsstýrisskeiðið, og tá ið hon kemur, er tað ikki ein flokspolitiskur spurningur. Hon kann bert fremjast við eini fólkaatkvøðu.