Klokkan 19:45 byrjar ársins landsdystur á Tórsvølli, tá Føroyar og Italia bresta saman. Seinast Italia var her taptu vit bara 2-1 og høvdu møguleikar fyri at javna, men megna vit at fáa eitt eins gott úrslit í kvøld?
Tað eru áleið fýra ár síðan, at Italia kom hendan vegin sum heimsmeistarar. Tá vunnu teir ein smalan 2-1 sigur, har Rógvi Jacobsen skoraði føroyska málið. Í seinna dystinum í Italia taptu vit 3-1. Aftur var tað Rógvi Jacobsen, ið skoraði føroyska málið.
Fyrri dysturin í hesi undankappingini endaði við einum 5-0 lúsingi í Italia. So er spurningurin um tað verður ein lúsingur, eitt tepurt tap, ella skulu vit tora at droyma? Hvat siga tit?
Sjónbandabrot frá dystinum á Tórsvølli í 2007 móti Italia sæst undir greinini.