Eingin veit at siga, hvat fer at spyrjast burtur úr Føroya Reiðarafelag, nú felgið hevur kastað handklæði í ringin, og skipabólkar - hvør í sínum lagi - gera sáttmálar. Slík viðurskifti, sum tey, vit í dag síggja millum manningarfeløg og reiðarar, hava ikki verið áður í nýggjari tíð, ei heldur í gamlari tíð, sum menn vita um at siga.
Í vikuni segði fyrrverandi formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Óli Jacobsen, sum hevur fylgt samráðingum og verið partur av samráðingum í eini 40 ár, at slíkt, sum nú er hent, ikki áður er hent í hansara tíð.
- Eg haldi, at støðan tykist kaotisk, og fyri mær sær tað út, sum Viberg Sørensen, formaður í Føroya Reiðarafelag, hevur givið skarvin yvir.
Eingin veit í løtuni at siga, hvat fer at spyrjast burtur úr hesum, men fáur velur at trúgva, at Føroya Reiðarafelag fer í upploysn.
Fólk, sum Portalurin hevur tosað við í kvøld og sum hava staðið samráðingunum nær, sum verið hava seinastu dagarnar millum manningarfeløg og skipabólkar, siga, at hetta er ikki nøkur ynskistøða hjá nøkrum av pørtunum.
- Eg kann ikki trúgva annað enn, at Føroya Reiðarafelag fer at koma aftur í aftur og kemur at gerast ein leiðandi partur hinumegin borðið hjá manningarfeløgunum.
Keldan, sum Portalurin hevur tosað við og sum hevur verið við til samráðingarnar millum manningarfeløg og skipabólkar, sigur seg ikki duga at meta um, nær sáttmálarnir við teir bólkar, ið eftir eru, koma undir land.
- Ein stórur bólkur, sum er eftir, er Felagið Trolskip, sum enn ikki hevur gjørt nakran sáttmála. Tað hava eitt nú lemmatrolarar, flakatrolarar, garmaskip og rækjuskip heldur ikki, sigur keldan.